Nýggju økini gera ikki nóg stóran mun

Upsaveiðan hevur leingi verið vánalig, og tað vísir seg ikki, at nýggju økini, sum hava verið stongd fyri trolveiði, men sum nú eru latin upp aftur, gera nóg stóran mun í upsaveiðini.

Myndin av Vesturbúgvanum, sum her liggur við Vestaru Bryggju í Havn, er tilvildarlig.

Flestu partrolarapør eru í løtuni til fiskiskap. Skipini fiska upsa og fáa eisini nakað av hjáveiði. Partrolararnir koma inn at landa, sum henda vikan gongur.

 

Líkt er ikki til, at upplatingin av nøkrum økjum, sum í fleiri ár hava verið friðað fyri trolveiði, hevur munað nakað serligt hjá partrolarunum.

 

Sambært Fiskamarknaði Føroya er fiskiskapurin hjá partrolarunum framvegis smáligur.

 

Í løtuni er ein djúpvatnstrolari til fiskiskap eftir kongafiski, og væntandi kemur skipið inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni.

 

Nú vindur hevur verið um vikuskiftið, liggja allir teir smáu trolbátarnir, men á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at onkur kanska loysir í vikuni.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, men fiskiskapurin er smáligur. Bæði skipini koma inn at landa síðst í hesi vikuni.

 

- Eitt garnaskip fiskar havtasku. Skipið hevur brúkiligan fiskiskap og kemur inn at landa fyrst í hesi vikuni, verður lagt aftrat.

 

 

 

 

 

Myndin av Vesturbúgvanum, sum her liggur við Vestaru Bryggju í Havn, er tilvildarlig.