Í gjár var samkoma í Norðragøtu í sambandi við, at nýggju býráðshúsini vóru tikin í nýtslu.
Tað er Ósbjørn Jacobsen, arkitektur í Gøtu, sum hevur teknað nýggju og sermerktu býráðshúsini, sum eru bygd tvørtur um ánna í Norðragøtu.
»Ein arkitektoniskt perla«, segði Jóhan Christiansen, borgarstjóri, tá hann varð spurdur um nýggju býráðshúsini.
Nógv fólk komu á gátt í gjár millum klokkan 15 og 18, tá opið hús var í Norðragøtu.
Fyri viku síðani, tann 15. desember, hevði býráðið í Eysturkommunu sín fyrsta fund í nýggju húsunum. Higartil hevur samanlagda kommunan, Gøta og Lerivík, húsast í Leirvík. Men í samanleggingaravtaluni varð avtalað, at nýggj býráðshús til høvuðssæti skuldu byggjast í Norðagøtu.
Myndirnar niðanfyri tók Kristfríð Tyril.