Tíðarhylkið kallast fyrsta stuttsøgusavnið hjá Ben Arabo, sum flestu munnu kenna sum vinnulívsmann. Ben Arabo greiðir frá, at hann altíð hevur havt áhuga fyri bókmentum, og seinastu árini hevur hann skrivað í frítíðini.
Hann fór av álvara í holt við at skriva, eftir at hava verið á skeið í kreativari skriving í 2020. Fyrsta stuttsøgan bleiv útgivin í stuttsøgusavninum Kvøl, sum kom út eftir at Runavíka kommuna hevði skipað fyri stuttsøgukapping í 2021.
Á nýggjárinum 2022 gav hann sær sjálvum nýggjárslyfti at skriva eina stuttsøgu um mánaðin. Hettar eydnaðist næstan. 10 stuttsøgur blivu skrivaðar frá januar 2022 til januar 2023. Hesar eru við í savninum, umframt stuttsøguna, sum eisini er útgivin í Kvøl.
Sprotin gevur stuttsøgusavnið út. Sambært forlagnum eru persónarnir í søgunum sokallaðar anti-hetjur, sum eru sjálvsøknar og hástór. Tó eru søgurnar undirhaldandi og óhátíðarligar.