Mikukvøldið 16. november klokkan 19 verður nýggjársguðstænastan, sum skal sendast í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum nýggjársnátt, tikin upp í Hoyvíkar kirkju.
Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, sóknarprestur, prædikar. Tórshavnar Manskór syngur og eisini fer bólkurin Sway at syngja.
– Øll eru sjálvsagt vælkomin í kirkju, og Hoyvíkar kirkja og Kringvarpið vóna, at nógv fólk møtir upp hetta kvøldið fyri at gera nýggjársguðstænastuna hátíðarliga, sigur Theodor Olsen, sóknarprestur í Hoyvík.