Nýggjársbálið er eingin ruskspann

Seinnu árini hava vit í FNU nakrar ferðir fingið prei um, at felags nýggjársbálini hjá kommunum gerast undanførsla hjá virkjum at sleppa sær av við burturkast.

– Slíkt burturkast, sum tey kanska annars skuldu goldið fyri at sloppið av við, ella sum er óhøgligt at sleppa av við á lógligan hátt.

 

Tað skrivar FNU í tíðindaskrivi:

 

– Er hetta rætt, taka vit fyri givið, at kommunurnar eru á varðhaldi og ansa eftir, at slíkt ikki hendir, og at bert tilfar, ið er hóskandi til nýggjársbálið sleppur í bálið. Lat hetta vera okkara áheitan á virkir og kommunur á nýggjárinum.

 

Loyvt er einans at brenna reinan, óviðgjørdan og turran við á nýggjárbálinum. Annars kann vandi vera á ferð. 

 

Verður annað koyrt í bálið, sum t.d. viðgjørdur viður ella tangar við restum av evnafrøðiligum lúti, kann tað í ringasta føri skaða heilsuna hjá fólki og hava skaðilig árin á umhvørvið.

 

At brenna nýggjárbál krevur góðkenning frá heimstaðarkommununi. Vegleiðing frá Umhvørvisstovuni um nýggjárbál sæst at lesa her.

 

– Gott nýggjár frá FNU!