Nýggjar tíðir í Sjálvstýrisflokkinum

Sjálvstýrisflokkurin skipar fyri kunnandi fundi í Løkshøll leygardagin

Leygardagin 13. juni skipar Sjálvstýrisflokkurin fyri kunnandi fundi í Løkshøll í Runavík. Kaffi, te og okkurt annað gott verður at fáa í samband við tiltakið.

,,Nýggi formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Jógvan Skorheim, fer at leggja fram nýggju kós floksins í komandi fólkatingsvali, eins væl og løgtingsvalinum, sum er fyri framman. Nøkur av valevnum Sjálvstýrisfloksins til løgtingsvalið, verða við til tiltakið, eins væl og limirnir í Unga Sjálvstýri, sum fyri kortum er vorðið virkið aftur, verða til staðar", stendur millum annað at lesa í skrivinum, ið Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt út á sínari Facebook-síðu.

 

Eisini verður nýtt búmerki og floksins nýggju litir kunngjørdir.

 

Harafturat roynir flokkurin eisini nýggjar politiskar leiðir at tilogna sær fleiri limir og veljarar. Hetta ger flokkurin við at skipa fyri kapping, har ein kann vinna tvey atgongumerki til G!- ella Summarfestivalin. Tað einasta, sum tú skalt gera, er at dáma Facebook-síðuna hjá Sjálvstýrisflokkinum, ið ber einfalda heitið ,,Sjálvstýrisflokkurin". So ert tú við í kappingini um hesi festivalatgongumerki.