Nýggjar spreingingar í samskiftisútgerð raktu Libanon

Fleiri fólk hava latið lív í spreingingum í samskiftisútgerð, sum varð keypt samstundis sum persónssøkjararnir, sum sprongdust í gjár.

Samskiftisútgerð, sum limir í Hizbollah eiga, brast í aftur í dag fleiri staðni í Libanon.

Tað siga fleiri keldur fyri tíðindastovuni AFP.

Tað hendir, eftir at eitt stórt tal av persónssøkjarum brustu týsdagin í Libanon, har fleiri túsund fingu skaða sambært heilsumálaráðharranum í landinum.

Spreingingarnar í dag snúðu seg ikki um persónssøkjarar, men heldur walkie-talkies, skrivar AFP. Tíðindastovan hevur upplýsingarnar frá keldu, ið stendur nær við Hizbollah og frá bjargingarfólkum.

Tíðindastovan Reuters lýsir samskiftisútgerðina sum handhildin radio.

Reuters skrivar víðari, at trý fólk í Bekaa-landslutinum hava latið lív í sambandi við spreingingarnar. Upplýsingarnar koma frá einum statsligum tíðindastovu.

Bekaa er umleið 30 kilometrar eystan fyri høvuðsstaðin í Libanon, Beirut, har eisini fráboðanir eru um spreingingar.

Tað eru eisini fleiri hundrað fólk, sum hava fingið skaða í spreingingunum.

Samskiftisútgerðina keypti Hizbollah fyri fimm mánaðum síðani. Um somu tíð vórðu persónssøkjararnir keyptir, skrivar Reuters.

Tað hevur áður verið at hoyrt frá Hizbollah, at tað er Ísrael, sum stóð aftanfyri spreingjandi pagararnar týsdagin.

Ísrael hevur ikki gjørt viðmerkingar til málið.

 

/Ritzau/