Nýggjar samráðingar um norðhavssild

Í dag og í morgin verða strandarlandasamráðingar um norðhavssild í London.

Í dag og í morgin verða strandarlandasamráðingar um norðhavssild í London.

 

Strandarlondini Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Rusland hittast í morgun til samráðingar um norðhavssild. Samráðingarnar fara fram á NEAFC-høvuðsborgini í London.

 

Dagurin í dag og dagurin í morgin eru settir av til samráðingarnar.  

 

Á seinasta samráðingarfundi um norðhavssild, sum var í Cobham í januar mánaði, eydnaðist tað ikki londunum at finna semju um býtið fyri 2015.

 

Tískil skipa londini fiskiskapin einsæris fyri hetta árið, og samráðingarnar í dag og í morgin snúgva seg tískil um býtið fyri 2016 og næstu árini.

 

Fiskimálaráðið veit í morgun at siga, at tað er Noreg, sum hevur formansskapin fyri samráðingarnar um norðhavssild fyri 2016, og tað er Noreg, ið hevur kallað til fundar.

 

Á fundinum í dag og í morgin luttekur, umframt tey fimm strandarlondini, eisini Grønland sum eygleiðaraland.