Eysturkommuna er farin undir at gera gongugøtu fram við Eiðisá í Norðragøtu. Byrjað varð norðan fyri Sarpugerði, og í vikuni varð brúgv løgd um ánna norðan fyri Rokoko.
- Arbeiðið er liður í ætlanini at fríðka um umhvørvið í kommununi. Nýtt bussskýlið verður eisini gjørt har, sum gøtan fram við Eiðisá verður knýtt í vegin við ánna.
Eysturkommuna veit at siga, at Sakaris Jacobsen hevur grivið gøtuna, og Jósleiv Joensen hevur gjørt brúnna.
Eisini í Leirvík er nýggj brúgv fyri stuttum gjørd tvørtur um Brúsá, ið rennur mitt gjøgnum bygdina.
- Brúgvin gongur tvørtur um ánna beint við dagstovnin Brúsa og er partur av nýggju gongugøtuni, sum gongur oman fyri Bønhústoft niðan í býlingin Nýggjagerði.
Eysturkommuna hevur tikið fleiri myndir av brúgvunum sum eru at síggja á heimasíðuni hjá kommununi - www.eysturkommuna.fo