Ein nýggjur vinnupolitikkur skal slóða fyri at lyfta føroyska vinnu upp og út á heimsmarknaðin.
Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, nú hann setti vinnudagin í Norðurlandahúsinum nú seinnapartin.
Føroyskt vinnulív er nógv broytt. Í dag arbeiða næstan 1000 føroyingar í útlendsku oljuvinnuni. Fyri 15 árum síðani vóru tað bara tveir.
Vit eru flytifuglar og hjá nógvum fyritøkum er heimamarknaðurin allur heimurin.
Avbjóðingin verður at fáa fólk og virki at seta seg niður í Føroyum, hóast tey virka uttanlands, sigur Johan Dahl.
Fólk, sum útbúgva seg krevja at fáa høvi til at brúka síni evni og at fáa avbjóðingar.
Vit skulu vera í heimselituni og tí er endamálið við nýggja vinnupolitikkinum at framleidni verður so stórt, sum gjørligt og at fólk og pengar skulu eggjast at fara har, vinningurin er størstur fyri tey, fyri virkið og fyri samfelagið.
- Vit lofta ikki nýggjum avbjóðing við avoldaðum loysnum og tískil verður stórur dentur lagdur á nýskapan í tí nýggja vinnupolitikkinum.
Kortini ásannar Johan Dahl, at vit standa fyri størstu avbjóðing, eitt land kann hava og tað er, at fólkatalið minkar og aldurssamansetingin skeiklast.
Hann vísir eisini á heildarætlanina um at steðga gongdini og har er eitt av tilmælunum nettupp at skipa ein nýggjan vinnupolitikk.
Les eisini:










