Tað gongur sum eftir ánni hjá NSÍ. Eftir trý umfør í landskappingini eru teir gulu úr Runavík einasta liðið við fullari úrtøku. Málmunurin er 9-1, og sunnudagin var úrslitið á Vágseiði 4-0 sigur á FC Suðuroy í steypakappingini.
Trygvi Mortensen, NSÍ venjarin, er sjálvandi væl nøgdur við gongdina higartil. Samstundis vísir hann á, at nú bíðar nýggjur partur og aðrar fyritreytir enn tær, sum higartil hava verið:
-Vit hava spælt ímóti uppflytarunum og ímóti AB, sum í fjør var nýtt lið í deildini. Sjálvandi kunnu vit bara fegnast um, at vit higartil hava vunnið fulla úrtøku, og at tað hevur gingið væl við bæði at skjóta mál og verjupartinum. Spælararnir hava vult og heilt hildið seg til tað, ið frammanundan er avrátt, og í Vági bar til at lata onkrar at royndu monnunum hvíla eitt sindur. Men vit vita eisini, at nú bíða stórar avbjóðingar á útivølli. Vit skulu til Fuglafirðar, í Gundadal ímóti HB og so tvær ferðir til Streymnesar at hitta EB/Streym í landskappingini og steypakappingini.
Hvat rokna tit við?
-Vit gera okkara besta, og vit vóna sjálvandi altíð, at tað skal eydnast at vinna. Vit vita, at vit fara ikki at vinna allar dystirnar. Saman við spælarunum hava vit sett okkum mál fyri næstu fýra dystunum á útivølli, men eg haldi, at vit fara at halda hetta fyri okkum sjálvar.
Hvussu vitðð ÍF?
-Eg sá teir í Gundadali ímóti HB. Teir taptu, men serliga í 2. hálvleiki sá tað gott út, og sunnudagin hoyrdu vit, at Clayton Soares er við at finna netið í mótstøðumálinum. Oyggjauppgerðirnar eru altíð undirhaldandi og spennandi, og í Fuglafirði er torført at spæla ímóti ÍF. Vøllurin er ikki so breiður sum aðra staðni, og ÍF liðið er serliga væl fyri í høvuðspælinum, sigur Trygvi Mortensen.
Í Fuglafirði fegnast teir um, at Jan Ó. Ellingsgaard aftur er tøkur. Hann er komin heim av flatlondum í páskafrí.
Jákup Mikkelsen er so smátt farin av venja aftur. Hann hevur framvegis trupulleikar við knænum.
-Eg fari at spæla aftur, men tað er ikki greitt enn, nær tað verður, sigur veteranmálverjin.
Hvussu er liðið sammett við í fjør?
-Liðið hjá okkum er gott og kanska betri enn í fjør, tá ið vit vunnu silvur. Tað er kapping um plássini, og spælararnir geva seg fult og heilt í venjingunum, sigur Jákup Mikkelsen.
Í Fuglafirði hava bæði Fritleif í Lambanum og Høgni Zachariassen verið á vongverjanum í vinstru. Í miðverjuni hevur Poul N. Mikkelsen spælt allar dystirnar á tamb, og á framrættaðu plássunum bjóðar Ari Ó. Ellingsgaard av í kapping við Nenad Saric og Dánjal á Lakjuni.