Nýggjan bygning við 12 dupultkømurum

Nýggi bygningurin, har húsini hjá Kolturs Annu og Adolf stóðu, skal rúma 12 nýggjum dupultkømurum.

Nýggi bygningurin, har húsini hjá Kolturs Annu og Adolf stóðu, skal rúma 12 nýggjum dupultkømurum.

 

- Vit hava ov lítlan kapasitet um summarið, og tað skal nyggi bygningurin hjálpa upp á. Eisini skal rúmið, ið vit í dag leiga út til pop-up stores leggjast til lobbyøkið, sigur Oddbjørg Højgaard, stjóri á Hotel Hafnia.

 

Eisini skal Høllin gerast um til dupultkømur, sum verða 18 fleiri í tali.

 

- Og so skal Panorama innilokast, so tað veruliga verður eitt panorama. Tað er so tað, ið fyribils ætlanin er, og so mugu vit síggja, hvat vit gera við gamla bygningin niðan móti Gamla Apoteki, sigur Oddbjørg Højgaard.

 

Bygningurin, har vindeyguni nú verða skift, er nýggja Hotel Hafnia. Støða skal so takast til, hvat gerast skal við Gamla Hafnia.

 

- Arbeiðið, sum nú verður gjørt, skal standa liðugt til 1. juni komandi ár, sigur Oddbjørg Højgaard, stjóri á Hotel Hafnia.