Nýggja Vinnuhúsið stendur innilokað

Nýggja Vinnuhúsið, sum verður bygt á Óðinshædd í Havn, er nú næstan liðugt uttan.

Tað er byggifyritøkan Heildarverk í Fuglafirði, sum hevur stórarbeiðstøkuna at byggja nýggja Vinnuhúsið á Óðinshædd í Havn. 

 

Fyri umleið einum ári síðan byrjaði arbeiði, og tá byggifyritøkan fór í gongd á Óðinshædd, var lendið grovplanerað.

 

Í dag stendur nýggja Vinnuhúsið so at siga liðugt uttan. Okkurt smávegis er enn at gera, og innandura eru menn hjá Heildarverk so smátt byrjaðir upp á timburarbeiðið.

 

Tá in.fo var inni á gólvinum seinnapartin í dag, tóku vit hesa myndina av monnunum, sum eiga og reka Heildarverk, Jan Mohr og Torfinn Nón, ið eru menninir høgru megin á myndini.

 

Tað er FuglArk, sum hevur teknað nýggja Vinnuhúsið, og tað eru menninir vinstru megin á myndini, sum umboða arkitektafelagið.

 

Heildarverk í Fuglafirði skal gera alt arbeiðið undantikið hvs, el og málaraarbeiðið í hesi stóru verkætlan.