Tað tók drúgva tíð hjá ferðafólkum, sum komu við seinna flogfarinum hjá Atlantsflog í Vágar í gjárkvøldið, at fáa fatur á viðførinum.
Sum vera man høvdu fólk hug at hyggja seg um í nýggja terminalinum – og nógv varð keypt í tollfríu sølubúðini. Fólk hildu kanska, at nú fóru tey at verða ov sein eftir viðførinum.
Men so var ikki. Øll høvdu væl og virðiliga greitt síni tollfríu ørindi, tá tey ótolin bíðaðu við nýggja transportbandið til viðføri. Men tað fór bara ikki at mala. Fólk bíðaðu í eitt langt og annað breitt, áðrenn floytan fór í gongd og bandið fór at mala. Tá fóru fólk at klappa. Men tað skuldu tey ikki havt gjørt, tí transportbandið náddi ikki at mala ein umgang, áðrenn tað steðgaði aftur.
Menninir, ið fáast við viðførið, stríddust óført og fingu bandið at koyra. Men tað gekk bara ein løta, so steðgaði tann parturin av bandinum, sum flytir viðførið út á bandið á gólvinum, so nú var líka vítt sum sýtt.
At enda koyrdu teir bara vognin við viðførinum inn í nýggju komuhøllina og handaðu viðførið niður á transportbandið.
So í minsta lagið ein hálvan tíma seinkað kundu ferðfólk fara úr nýggju og snotuligu komuhøllini við viðførinum.










