Nýggja rætt á Borðuni

Tað er eingin loyna, at seinastu mongu árini hevur gamla rættin á Borðuni í Nólsoy verið lítið nýtilig.

Tað er eingin loyna, at seinastu mongu árini hevur gamla rættin á Borðuni í Nólsoy verið lítið nýtilig.

 

Tí hava menn tikið sær um reiggj í ár at fáa gjørt eina nýggja rætt.

 

Gamla rættin stóð soleiðis fyri, at so at siga á hvørjum ári mátti hon gerast meira ella minni av nýggjum, orsakað av at brim hevði skamfílað rættina so ella so.

 

Eisini var gamla rættin ógvuliga skitin, og rað var ikki hugsingur um at fara inn í hana uttan at verða klæddur í oljuklæðir frá topp til tá.

 

Seinastu 10 leygardagarnar upp í rað hava seyðamenn og eigarar á Borðuni tí verið har suðuri og smíða eina nýggja rætt.

 

- Eg haldi, at hon tekur seg væl út, og nú verður hon so roynd á fyrsta sinni komandi leygardag, tá farið verður á fjall í royting, sigur Olfrid Jacobsen, annar av seyðamonnunum á Borðuni.