Nýggja ráðfrúan Mia Wagner sjúkrameldað

Mia Wagner hevur verið ráðfrú í Danmark í eina viku, men nú er hon sjúkrameldað eftir eitt álvarsligt dánilsi heima við hús.

Mia Wagner, til vinstru, er kendur úr sjónvarpssendingini »Løvens hule«. Hósdagin í síðstu viku varð hon – púra óvæntað – útnevnd til ráðfrú í Danmark. Nú eina viku seinni er hon sjúkrameldað. Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Nýggja ráðfrúan í Danmark, Mia Wagner, er sjúkrameldað. Tað skrivar danska forsætismálaráðið í tíðindaskrivi. Hon fekk hósdagin eitt álvarsligt dánilsi og svímaði heima við hús, skrivar Forsætisrmálaráðið.

Hósdagin í síðstu viku varð hon púra óvart tilnevnd sum nýggj ráðfrúa í talgilding og ráðfrú fyri javnstøðu í eini stjórnarbroyting.

Stephanie Lose, búskaparráðfrú, tekur yvir uppgávurnar hjá Miu Wagner, meðan hon er sjúkrameldað.

Mia Wagner skrivar sjálv á Instagram, at hon gjørdist ússalig og mátti sjúkramelda seg.

Hósdagin svímaði hon heima í køkinum, skrivar hon.

– Eg eru sjálv bæði stúrin og tikin á bóli. Fyri fimm árum síðani fekk eg ein pacemakara, tí eg svímaði viðhvørt. Fyrst helt eg, at tað hevði við strongd at gera, men læknarnir funnu fram til, at eg hevði hjartatrupulleikar, skrivar hon.

/ritzau/