Mánadagin er klárt hjá kampingvognum og fólki við tjaldi at brúka nýggja kampingøkið vesturi á Eiðinum í Vági.
Á kampingplássinum eru 12 pláss til kampingvognar, og við kampingplássið er tjaldingarøkið, sum er umleið 400 fermetrar til støddar.
Kampingplássið liggur við Vatnið í Vági. Stutt er til fótbóltsvøllin á Eiðinum og vesturi á Vágseiði. Gøta er frá kampingplássinum oman til gøtuna kring Vatnið, og stutt er til gongu ella við bili heim í býin.
Í tíðindaskrivi skrivar Vágs kommuna, at tey fegnast um, at kampingplássið nú er liðugt, og um at Vágur eisini á hesum økinum kann bjóða seg fram til føroyingar, sum ferðast í egnum landi, og til útlendingar, sum eru á vitjan.