Í dag var móttøka í Runavík í sambandi við, at Hotel Runavík lat uppaftur. Talan er um Sjómansheimið, sum fyrstu ferð lat upp í 1970.
Tað eru brøðurin, Joen Magnus, Uni, Árni og Elnar Rasmussen, sum saman við svágrinum Edvard Mikkelsen, sum hava keypt gamla Sjómansheimið og latið tað uppaftur sum hotel við navninum Hotel Runavík.
– Tað eru nýggjar tíðir, og her er nógv virksemi. Vit hava eisini fingið hotellið fyri ein nøktandi prís, og tí hava vit góðar vónir, sigur Uni Rasmussen, sum er ein av eigarunum.
Nýggju eigararnir fara sjálvir at taka sær av rakstrinum. Teir hava sett ein reseptionist í starv, sum fer at arbeiða saman við nýggju eigarunum.
– So fáa vit at síggja, hvussu tað fer at laga seg, sigur Uni Rasmussen.
Matstovuna á hotellinum hava teir leigað út til Olgu Mariu Djurhuus, og hon hevur fingið navnið Café Runavík. Café'in hevur ikki skeinkiloyvi, og hon verður vanliga opin frá klokkan 7 á morgni til klokkan 19 á kvøldi.
Á Hotel Runavík eru 19 kømur. Seks teirra eru einkultkømur.
TRÝST HER fyri at síggja meira um hotellið á heimasíðuni