Visit Faroe Islands fer at leggja fram eina nýggja ferðavinnuætlan og gevur øllum føroyingum møguleikan at vera við á titakinum í Norðurlandahúsinum týsdagin hin 31. oktober frá klokkan 9–11.
Fyri einum ári síðani byrjaði tilgongdin hjá Visit Faroe Islands at gera nýggja ferðavinnuætlan, sum skal verða grundarlag undir virkseminum fram ímóti 2030.
- Tað eru nógvir partar, sum hava ávirkan á, hvussu ferðavinnan í Føroyum mennist, og tí ynsktu vit, at hendan ætlan verður so væl kjølfest í ynskjunum hjá føroyska fólkinum sum til ber.
Tað sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands.
- Vit avgjørdu tí at grunda ferðavinnuætlanina á eina breiða tilgongd, har vit fingu samrøður í lag við fólk, feløg og fyritøkur kring landið um gongdina í ferðavinnuni higartil, hvørji útlitini eru, og ikki minst hvørja leið vit eiga at halda frameftir, leggur hon aftrat.
Komið er nú á mál við hesi tilgongd og Visit Faroe Islands er til reiðar at leggja fram úrslitini í Norðurlandahúsinum týsdagin.
Áleið 500 føroyingar hava givið sína meining til kennar á sigtínameining.fo
Ein partur av tilgongdini snúði seg um at geva so nógvum føroyingum sum gjørligt møguleika at ávirka, hvussu ferðavinnan mennist í Føroyum.
Hetta varð gjørt við einum átaki, har øll áhugað kundu siga sína meining um ferðavinnuna á einum almennum talgildum postkassa: www.sigtínameining.fo. Nærum 500 føroyingar tóku av og sendu inn uppskot, vístu á møguleikar og komu við atfinningum.
Á Visit Faroe Islands fegnast tey um stóra áhugan og at so nógv brúktu høvið at geva sína meining til kennar.
- Vit gleða okkum til at vísa endaliga úrslitið av kanningararbeiðnum og at fara til verka við støði í nýggju ferðavinnuætlanini fram ímóti 2030.
Til ber at tryggja sær pláss til tiltakið í Norðurlandahúsinum við at melda seg til dagin á www.atgongumerki.fo. Plássið er avmarkað, so tað er at bera skjótt at, um tú ætlar tær at verða við.
- Gevið gætur, at tað er neyðugt at melda seg til á leinkjuni www.atgongumerki.fo, siga tey hjá Visit Faroe Islands í tíðindaskrivi.










