Nýggj web-amboð

Betaútgávan av nýggja FrontPage hjá Microsoft er á Netinum.

 

FrontPage hjá Microsoft var fyri nøkrum árum síðani besta boðið upp á eitt gott webdesign-forrit, tvs. eitt forrit, ið nýtt verður til at gera egnar heimasíður á Internetinum við. Fyrimunurin hjá FrontPage tá var serskilti hátturin at umsita tær mongu síðurnar, ið kunnu vera á einum website.

Síðani eru onnur og betri forrit komin fram, men nú sendir Microsoft eina nýggja og áhugaverda betaútgávu, FrontPage 98, á marknaðin, sum kann roynast ókeypis restina av árinum.


Tað nýggja

Hvat er so nýtt og betra? Fyrst og fremst er gjørt burtur úr grafisku designaramøguleikunum, sum klárt var ein av veiku síðunum á gamla forritinum.

98-útgávan hevur fingið Themes, har tú við at trýsta á músina kanst broyta útsjóndina á síðuni heilt. Tað er vorðið lættari at ansa eftir typografi?ini við einum, ið nevnist Cascading Stylesheets. Og Tables og Frames kann nú redigerast beinleiðis í síðuredigerings forritinum, so tú kanst síggja, hvat tú ger.

FrontPage 98 fer eisini at stuðla undir egna CDF-formatið hjá Microsoft, tað, ið verður nýtt innan ?push?-tøknina, so brúkarar kunnu fáa sendar síður frá website beinleiðis inn á egnan pc.

Og so hevur FrontPage 98 sjálvandi somu nýtsluflatu sum komandi Windows 98. Tvs. stóran ikon bjálka til vinstru og integreraðar ikonmenuir.