Tað er ikki á hvørjum degi, at ein nýggj virðisløn sær dagsins ljós, men tað hendir í dag, tá virðislønin Ársins Loftbrúgv verður handað.
Tað er samstarvið millum Atlantic Airways, Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið og Tórshavnar kommunu, ið handa virðislønina klokka 13 í dag, í samband við at ein nýggj samstarvsavtala um Loftbrúgv til listafólk verður undirskrivað.
Virðislønin, Ársins Loftbrúgv 2015, verður givin umsókn, sum mett verður fylgir endamálinum við loftbrúnni serliga væl.