Í fleiri ár hevur verið tosað um, at tað skuldi bera til at fáa dialýsu-viðger á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Men í fjør kom tað hartil, at Løgtingið játtaði pengar til endamálið og dialysutólið varð útvegað.
Og nú er tað so komið so langt, at nú verður søkt eftir sjúkrarøktarfrøðingum til endamálið. Í ólavsøkurøðuni hjá løgmanni verður upplýst, at dialýsuviðgerðin á Suðuroyar Sjúkrahúsið verður sett í verk í heyst.
Tað merkir, at suðuroyingar, ið hava tørv á dialýsu, fara at sleppa undan at ferðast til Havnar fleiri ferðir um vikuna at fáa viðgerð. Men tað merkir eisini, at tað fer at bera til at skipa fyri gestadialysu í Suðuroynni soleiðis, at sjúklingar aðrastaðni frá kunnu fara til Suðuroyar, og fáa dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi, uttan at hugsa um, at teir skulu norður aftur á Landssjúkrahúsið.
Í løtuni verður søkt eftir fýra sjúkrarøktarfrøðingum til dialýsuna. Talan er um fulltíðarstørv í dagvaktum og í kvøldarvaktum, men fólk, sum ikki vilja arbeiða fulla tíð, kunnu eisini søkja. Og starvsstaðið er á Landssjúkrahúsinum og á Suðuroyar Sjúkrahúsi.