Nýggj veljarakanning vísir stórar broytingar

Fólkaflokkurin hevur fótað sær av álvara eftir kreppuna og Sambandsflokkurin er tann stóri taparin

Hevði val verið í gjár, hevði Javnaðarflokkurin verður størsti flokkur. Tað vísir ein nýggja kanning,  sum spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin. Kanningin vísir, at stórar broytingar eru hendar síðani seinastu veljarakanning. Eitt serlmerkt úrslit er, at tað sær út til, at Fólkaflokkurin rættiliga hevur fótað sær eftir eftir kreppuna, hann var í herfyri, tá ið bæði formaðurin, og onnur, stungu í sekkin.

 

Fólkaflokkurin fer at fáa yvir 23 prosent av atkvøðunum og verður næststørsti flokkur. Sostatt varðveitir hann sínar átta tingsessir og tað má sigast at vera eitt framstig, tí í øðrum veljarakanningum fór hann niður í helvt.

 

Eisini hendan veljarakanningin vísir, at Javnaðarflokkurin verður tann stóri vinnarin, tí hann fær 26,8 prosent av atkvøðunum, og níggju tingfólk.

 

Tjóðveldi varðveitir síni seks umboð á tingi, men Framsókn fær ein tinglim afturat og fær sostatt tríggjar tinglimir – og heldur ikki hesa ferð fær Sjálvstýri nakran tinglim. Hinvegin varðveitir Miðflokkurin sínar tveir tinglimir.

 

Størsti taparin verður Sambandsflokkurin, sum bara fær góð 15 prosent av atkvøðunum og fimm tinglimir, sum eru tveir tinglimir færri enn í dag, vísir kanningin hjá Portalinum.