Nýggj veljarakanning: 18-15 til samgonguna

Fólkaflokkurin vinnur mest. Samgongan fær ein tingsess aftur – og andstøðan missir ein.

 

– Tað vísir veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Miðflokkin.

 

Størsta broytingin er, at Fólkaflokkurin gongur 5 prosentstig fram og vinnur tvey tingfólk afturat. Samstundis missir Sjálvstýrisflokkurin síni bæði tingfólk. Javnaðarflokkurin missir 2 prosentstig, men varðveitir 8 tingfólk. Tjóðveldi gongur 1 prosentstig fram, sum er nóg mikið at fáa ein tingsess aftur. Framsókn missir 1 prosentstig, men varðveitir sínar báðar tingsessir. Miðflokkurin sjálvur gongur 2 prosentstig aftur, og tað merkir, at flokkurin missir annan tingsessin.

 

Alt í alt gongur samgognan 1 tingsess fram, meðan andstøðan missir 1 tingsess.