Nýggj vatnleiðing eftir havbotninum

Í Leguhúsinum fegnast tey um, at trupulleikin við vatninum nú er loystur.

Stutt fyri ársskiftið varð nýggja vatnleiðingin til Nesvíkar tikin í brúk.

 

- Trupulleiki hevur tíðum verið at fingið nóg nógv av vatni til bæði Leguhúsið og Fiskaaling, so hetta var ein tiltrongd íløga, sum kemur væl við.

 

Tað veit Sunda kommuna at siga.

 

Lagt verður aftrat, at leiðingin er løgd av Norðskála og yvir um Sundalagið til Nesvíkar.

 

- Leiðingin er fest við søkkum eftir botninum og kemur upp millum Fiskaaling og Leguhúsið í Nesvík.

 

Í Leguhúsinum fegnast tey um, at trupulleikin við vatninum nú er loystur. Tey eru í løtuni í ferð við vaksa um virksemi og byggja út suðureftir.

 

- Planeringin av økinum verður liðugt fyrsta dagin, og síðani verður farið undir at byggja.

 

Í Sunda kommunu vita tey at siga, at árliga eru umleið 15.000 gistingar í Leguhúsinum.

 

- Vit fegnast um, at virksemi í Nesvík nú aftur kann virka ótarnað, siga tey í Sunda kommunu.

 

Á myndini síggjast Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu og Øssur Kjølbro, aðalskrivari.