Nýggj útstykking skal hava navn

Virðisløn á 3000 krónur verður latin fyri besta hugskotið.

Hvannasunds kommuna bjóðar nú til kapping um navn til nýggja útstykking í Hvannasundi. Útstykkingin er staðsett í einum øki millum vegirnar undir Rókini og undir Svartakletti.

 

- Vit ynskja at fáa eitt navn, sum fellur væl og sum hóskar væl til endamálið, siga tey í Hvannasunds kommunu.

 

Uppskot um navn skal saman við stuttari grundgeving sendast kommununi, og brævbjálvin skal merkjast "Navnakapping". Bræv við uppskotinum kann eisini leggjast í postkassan á kommunuskrivstovuni.

 

Uppskotið skal latast inn í tveimum afturlatnum brævbjálvum - 

 

* Ein brævbjálvi við uppskotinum sjálvum, saman við grundgeving fyri navninum, merktur “Navnakapping Útstykking”.

 

* Ein brævbjálvi við uppskotinum sjálvum saman við navni á uppskotsstillara, so navnið á viðkomandi ikki sæst undir viðgerðini. Merkið brævbjálvan “Luttakari og uppskot.”

 

Í Hvannasunds kommunu leggja tey aftrat, at uppskot skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 4. desember 2021 klokkan 13, og virðisløn á 3000 krónur verður latin fyri besta hugskotið.

 

- Vit tilskila okkum rætt til ikki at brúka vinnandi uppskotið, leggja tey í Hvannasunds kommunu aftrat.

 

##med2##

 

Nú nýggir tunlar verða bygdir Norður um Fjall, er væntandi, at áhugin fyri búseting fer at veksa.