Nýggj umhvørvisstøð við Krossgøtu í Havn

Túnabúgvar søktu fyrr í ár um stuðul til at gera nýggja umhvørvisstøð í grannalagnum. Og sunnudagin varð nýggja støðin alment tikin í nýtslu.

Tað var í sambandi við Umhvørvisvikuna í mai mánaði í ár, at Túnabúgvar søktu um, og fingu, 150.000 krónur í stuðli til dagføringar av umhvørvisstøðini við spæliplássið.

 

Á umhvørvisstøðini ber til at skilja papp, pappír, metal, glas og bleytt plast, og fólk í grannalagnum hava tikið væl ímóti møguleikanum at skilja burturkastið.

 

Tað eru íbúgvarnir í grannalagnum, sum av sínum eintingum hava tikið stig til umhvørvisstøðina. Hetta er triðja árið á rað, at støðin og spæliplássið eru dagførd og útbygd.

 

Næsta stig verður at fáa ljós á økið og annars at fríðka um. Og tað er ikki óhugsandi, at umhvørvisstøðin verður útbygd til eisini at kunna taka ímóti battaríum, ljósperum og hørðum plasti, verður sagt.

 

Túnabúgvar fevna um “túnini” í eysturbýnum, men aðrar gøtur, til dømis Djóni í Geils gøta, eru eisini við.

 

Nógvar barnafamiljur búgva í grannalagnum, og tað sást eisini sunnudagin, tá støðin varð tikin alment í nýtslu. Børn í grannalagnum pyntaðu jólatræið á spæliplássinum, áðrenn tað var tendrað.

 

Elsa Berg, borgarstjóri, var eisini við og segði nøkur orð, áðrenn træið varð tendrað, og jólamaðurin legði sjálvandi eisini leiðina framvið.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

 

 

Hjá teimum yngstu var tað meira spennandi at fáa eina karamellu frá jólamanninum enn at skilja rusk

Børnini pyntaðu jólatræið, áðrenn tað varð tendrað

Túnabúgvar hava sjálvir tikið stig til umhvørvisstøðina, sum er við spæliplássið

Borgarstjórin og jólamaðurin vóru bæði við, tá nýggja umhvørvisstøðin við Krossgøtu bleiv tikin í nýtslu sunnudagin

Her ber til at skilja papp, pappír, metal, glas og bleytt plast