Nýggj UEFA C útbúgving sett á skrá

Í januar 2024 fer FSF undir nýggja UEFA C venjaraútbúgving, skrivar Fótbóltssambandið

Í næstu verður fari undir nýggja UEFA C venjaraútbúgving. Fysta skeiðið, C1, verður 26. og 27. januar 2024 - Mynd: FSF.fo

Í januar 2024 fer FSF undir nýggja UEFA C venjaraútbúgving, skrivar Fótbóltssambandið. Fyrsta skeiðið er C1, har endamálið er at geva nýggjum venjarum, sjálvbodnum, foreldrum og øðrum innleiðandi kunnleika um barna- og ungdómsvenjing.

 

Fríggjadagin 26. og leygardagin 27. januar 2024 skipar Fótbóltssamband Føroya fyri C1-venjaraskeiði í Havn. Talan er um nýtt venjaraskeið, har dentur verður lagdur á at geva nýggjum venjarum, sjálvbodnum, foreldrum og øðrum innleiðandi kunnleika um barna- og ungdómsvenjing.

 

Luttakararnir fáa vitan um, hvussu børn mennast, og hvussu hetta kann síggjast aftur í fótbóltsvenjingum. Leikluturin hjá venjarunum verður eyðmerktur, og luttakararnir fáa innlit í, hvussu venjarin kann standa fyri venjingum, og hvussu venjingar kunnu skipast í samsvari við aldur og førleikar hjá spælarunum.

 

Harafturat fáa luttakararnir eisini førleikar at skipa fyri barna- og ungdómsvenjingum, samstundis sum tey læra at standa við venjaraábyrgdini.

 

Nýggja C1-venjaraskeiðið er 15 tímar, og er sett saman av trimum modulum, sum hvørt er 5 tímar.

 

– Leikarin: Menningarstig og aldursrelaterað venjing

 

– Venjarin: Leikluturin hjá venjaranum í fyriskipan og venjing

 

– Venjingin: Grundleggjandi tættir í venjing av børnum og ungum

 

Tilmeldingarfreistin til C1-venjaraskeiðið, sum verður 26. og 27. januar, er fríggjadagin 19. januar. Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

 

Nærri kunning um skeiðið sæst í Nethandilinum, og eisini er møguleiki at venda sær til Eli Hentze, telefon 29 19 62.

 

Í næstu verður fari undir nýggja UEFA C venjaraútbúgving. Fysta skeiðið, C1, verður 26. og 27. januar 2024 - Mynd: FSF.fo