Nýggj UEFA A-útbúgving í august

Mikudagin 18. august verður sjøtul settur á eina nýggja UEFA A-venjaraútbúgving í Føroyum. Útbúgvingin endar við próvtøku í oktober-november í 2022

Mikudagin 18. august verður sjøtul settur á eina nýggja UEFA A-venjaraútbúgving í Føroyum. Útbúgvingin endar við próvtøku í oktober-november í 2022.

 

– Endamálið við útbúgvingini er at menna framtíðar venjarar til toppfótbóltin, umframt at tey skulu verða fakfólkini í feløgunum komandi tíðina. Útbúgvingin er krevjandi, men vendir sær eisini serliga til teir venjararnar, ið longu eru virknir, ella sum hava ætlanir um at virka á høgum stigi, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.

 

Um alt gongur eftir ætlan, verður farið undir eina nýggja UEFA A-venjaraútbúgving mikudagin 18. august. Útbúgvingin er umleið 300 tímar, og endar við próvtøku í oktober-november í 2022.

 

Luttakararnir fáa millum annað kunnleika um fysiska, taktiska og sálarfrøðiliga partin av fótbóltsspælinum, sum verður gjørt við ástøðiligari frálæru og praktiskum uppgávum og venjingum. Luttakararnir fáa eisini innlit í leiðslu og leiðsluhættir, menning av liðum og skipan av felagi.

 

– Útbúgvingin, sum byrjar í august, líkist rættuliga nógv útbúgvingargongdini frá seinastu UEFA A-venjaraútbúgving. Men onkrar tillagingar eru gjørdar. Fótbólturin flytur seg alla tíðina, og umráðandi er, at A-útbúgvingin altíð er so dagførd sum gjørligt.

 

– Vit meta, at nýggja A-venjaraútbúgvingin er sera spennandi og luttakararnir kunnu síggja fram til eitt krevjandi, men samstundis mennandi og gevandi tíðarskeið, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.