At lyktirnar í nýggjum bilum eru sjálvvirkandi kann skapa vandamiklar støður í ferðsluni – tí fólk gloyma tendra og koyra tí við sløktum baklyktum.
Fólk hava varnast, at alsamt fleiri bilar koyra við sløktum baklyktum í ferðsluni. Hetta er ein trupulleiki, sum stendst av, at nýggju bilarnir hava sjálvvirkandi koyriljós, sum bara tendra lyktirnar framman.
Tí eigur tú – um tú hevur ein nýggjan bil – at kanna, hvussu bakljósini virka.
Tað eru ES-reglur, sum áleggja bilframleiðarum at gera bilarnar soleiðis, at lyktirnar tendra samstundis sum bilurin verður startarður. Men kravið er bara, at lyktirnar framman skulu tendra – ikki aftan. Tí er tað, at nógvir nýggir bilar koyra við sløktum baklyktum, tí fólk bara koyra við koyriljósunum.
Hetta kann skapa vandar í ferðsluni. Ein orsøk til, at baklyktirnar ikki eisini tendra við koyriljósunum er sparing. Bilurin nýtir minni orku, minni brennievni, og CO2 útlátið verður eisini minni.
Góð ráð:
Hevur tú bil, har lyktirnar ikki tendra sjálvvirkandi:
• Kanna, um til ber at broyta tað, so lyktirnar altíð eru tendraðar, tá tú koyrir
• Ven teg við altíð at tendra lyktirnar, tá tú startar bilin
Sært tú tin bil uttan ljós:
• Blunka við langljósi, fyri at minna á bilføraran at tendra