Tórsvøllur er hamskiftur og stórur partur av áskoðarunum sita undir taki, tá dysturin móti Grikkalandi verður blástur ígongd um minni enn eitt samdøgur.
Hetta er tó ikki tað einasta nýggja við dystinum. FSF tekur í morgin nýggja atgongumerkjaskipan í nýtslu. Ein stórur munur er, at fólk nú fáa teldupost sendandi við atgongumerkinum. Hetta skal síðani prentast út, og við strikukotuskannara verður so staðfest, tá áskoðarin er komin inn. Hetta merkir so eisini, at skuldi onkur funnið uppá at prenta sama atgongurmerki út fleiri ferðir, ber bert til at sleppa inn við hesum tí einu ferðina.
- Hetta er eisini tryggari fyri keyparan, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF, við Sosialin.
- Fyrr prentaðu vit atgongumerkini út og sendu tey við posti til tann, sum keypti í forsølu. Tá er altíð ein ávís óvissa, um øll brøvini koma rættstundis til keyparan. Hartil kunnu vit nú skráseta persónligar upplýsingar, tá keypt verður, og tí kunnu vit tryggja okkum, at tað eru føroyskir áskoðarar, sum fáa tey atgonguemerki, sum eru ætlað heimaliðnum, sigur Virgar Hvidbro.