Nýggj skipan í 2012

Avtalan millum Danske Spil A/S og Sp/f Ítróttarvedding frá 2003 fall burtur 1. januar 2012 í sambandi við, at nýggj donsk spælilóggáva kom í gildi.

Avtalan millum Danske Spil A/S og Sp/f Ítróttarvedding frá 2003 fall burtur 1. januar 2012 í sambandi við, at nýggj donsk spælilóggáva kom í gildi.

 

Við heimild í løgtingslóg nr. 51 frá 17. mai 2011 um ítróttarvedding, sum broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 15. mai 2014, hevur Sp/f Ítróttarvedding fingið víðari heimildir at gera avtalur við aðrar góðkendar spælifyritøkur í Danmark, og í hinum norðurlondunum. Lógin ásetur eisini at 15% av vinningum omanfyri 200 kr., skal gjaldast til ítróttarvedding.

 

Nýggja skipanin frá 2012 er fult og heilt grundað á avtalu millum Danske Spil A/S og Ítróttarvedding. Peningurin verður nú fluttur beinleiðis frá Danske Spil A/S til Ítróttarvedding. Landskassin hevur ongan leiklut í hesum longur, og er játtanin tískil strikað frá 2015.