Forlagið Sprotin sigur, at bókin lýsir søguna fyri einum nýggjum lesaraskara, kveikir lív í fólkini og umhvørvið í søguni um Sigmund Brestisson, og systkinabarn hansara og teirra hendingaríku lívsleið.
Tim Ecott letur Sigmund, Tórð og Trónd siga hvør sína søgu, og roynir á tann hátt at umboða ymsu sjónarhornini í søguni fyri at vísa á, at báðar síður hava rætt, á hvør sín hátt, og letur lesaran síggja, hvussu torgreint málið í roynd og veru hevur verið.
Bókin verður løgd fram í Reinsarínum tann 19. september. kl. 20. Har verður áhugavert prát og góður tónleikur. Óluva Zachariasen fer at tosa við rithøvundan Tim Ecott.
Eisini verður nýggja stuttsøgusavnið hjá Katrin Ottarsdóttir lagt fram. FRUM framførir.