Nýggj skaldsøga

Í sambandi útgávu av skaldsöguni "Eg síggi teg betur í myrkri" eftir Carl Jóhan Jensen, verður framlöga í næstu viku.

Í sambandi við at Sprotin gevur út skaldsöguna "Eg síggi teg betur í myrkri" eftir Carl Jóhan Jensen verður framlöga í Steinprenti á Skálatröð fríggjadagin tann 29. august klokkan 17.00. 


Í tíðindaskrivi frá Sprotanum verður m.a. sagt um nýggju bókina:


Undir middag leygardagin 26. august 1939, fáar dagar, áðrenn annar heimsbardagi brestur á, er ferðaskipið s/s Lyra á veg úr Berg­e­n til Föroya.


Í einum sólstóli á afturdekkinum situr íslendska skaldið og ævintýramaðurin Benedikt Einarsson og tekst við at doyggja av einum ovurskamti av morfini. Nú er tann lötan komin í lívi hansara, tá ið fortíðin hevnir seg aftur. Gjögnum dvínandi tilvit skaldsins kraklast minnini í dreymkendum brotum. Minni um eitt lív, livað í streym­kvarð­anum millum tvær aldir, ta nítjandu og ta tjúgundu. Eitt lív halgað skaldskapi og hug­sjónini um at lyfta eina tilafturskomna tjóð upp úr armóð og framtaksloysi.


Men lívið hjá Benedikti Einarssyni er hin­veg­in eisini eitt lív, sum frá byrjan, ja, frá sjálvum gitnaðinum, er merkt av sviki og ein­um úrveljandi blindleika fyri tí, sum remb­ist og so at siga er viljin í samtíðini. So við og við fáa svikini og blindleikin ­alsamt dapr­ari avleiðingar og ikki síðst, tá ið træðrir teirra flökjast inni í ætlanir hjá týðandi nas­istum.