Nýggj sending við koppingarevni og fleiri tøkar tíðir

Meira koppingarevni kemur til landið í vikuni, og nú er latið upp fyri fleiri tíðum á korona.fo.

Sjúkrahúsverkið væntar at fáa 6.800 skamtir av koppingarevninum Pfizer/BioNTech seinni í vikuni. Knapt 3.000 av hesum fara til annað prik. Tað merkir at á leið 4.000 fólk nú hava møguleika at bíleggja sær tíð til koppseting næstu tíðina.

 

Gongdin hevur verið, at tøku tíðirnar fara mest sum beinanvegin, men fólk skulu ikki falla í fátt. Meira koppingarevni kemur aftur so við og við. Vanliga ganga tvær vikur ímillum sendingarnar.