Nýggj samgonga: Týsdagin er alt klárt

- Nú ivist eg ikki í at tað fer at eydnast at skipa eina CEF samgongu

- Nú eru vit so nær við, at eg ivist ikki í at tað fer at eydnast at skipa eina CEF samgongu.

 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sum eisini stendur á odda fyri samráðingunum um eina nýggja samgongu.

 

Hann sigur, at teir tríggir flokkarnir eru samdir um politikkin, og nú skal vikuskiftið brúkast til at fínpussa orðingarnar, og til at býta málsøkini ímillum flokkarnar.

 

- Aksel V. Johannesen heldur, at tað kann taka eitt sindur av tíð, men hann er sannførdur um, at tað fer ikki at forkoma CEF samgonguni.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvussu Aksel V. Johannesen ætlar at hava alt klárt til tingfundin, sum verður týsmorgunin.