Nýggj nevnd í Sinnisbata

Leygardagin 5. mars hevði Sinnisbati, sum er áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra, aðalfund. Á aðalfundinum var nýggj nevnd vald.


Forkvinnan, Súsanna Olsen, stóð ikki fyri vali, og er tískil framhaldandi forkvinna í felagnum. Harumframt blivu Róa Midjord, Barbara Gaardlykke Apol og Laura Kathrine Apol nevndarlimir. Súna Mørk fór úr nevndini, og Súsanna Wither Poulsen og Beinta Kollslið stillaðu ikki upp aftur. Tummas Thomassen, Regin Jóanesarson og Margretha Poulsen stóðu ikki fyri vali og eru framhaldandi nevndarlimir.


Nevndin er skipað soleiðis, at Súsanna Olsen er forkvinna, Laura Kathrine Apol er næstforkvinna og miðla- og samskiftisfólk, Barbara Gaardlykke Apol er kunningar- og átaksfólk, Róa Midjord er bólkasamskipari fyri avvarðandi bólkarnar, Tummas Thomassen er kassameistari, Regin Jóanesarson er nevndarlimur og Margretha Poulsen er nevndarlimur við ábyrgd fyri hølisviðurskiftunum hjá felagnum.