Nýggj nevnd í Djóraverndarfelagnum

Tveir nýggir nevndarlimir eru valdir

Á árliga aðalfundinum, sum varð hildin 15. apríl, fingu tey í Djóraverndarfelagnum tveir nýggir nevndarlimir. Tær eru Anna Vest og Randarsól Heinesen.

 

– Nýggja nevndin nýtir høvið at takka teimum, ið ikki valdu at stilla upp aftur, fyri farna nevndarskeiðið, og vit takka eisini fyri sera áhugaverdu framløguna, um lívslssjúkur hjá hundum og kettum, sum Annika Nørspang Nolsøe og Jensia Maria í Búðini høvdu aftaná fundin, skrivar Djóraverndarfelagið á Facebook.

 

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:

 

Forkvinna: Diana Krossá Kongsbak

 

Næstforkvinna: Jónbritt Davidsen

 

Kassameistari: Tordis Holm

 

Skrivari: Kristina Eliasdóttir Mikkelsen

 

Nevndarlimur: Ragna Maja Kruse

 

Tiltakslimir eru: Anna Vest og Randarsól Heinesen