Nýggj Mylna á Berjabrekku

Í morgun læt Mylnan á Berjabrekku í Havn upp í spildurnýggjum hølum

 

Talan er um ein nýggjan handil, sum er somu húsum, sum gamli handilin var. Tað vil siga, at nú er bygt uppí gamla bygningin til nýggja handilin.

Nýggi handilin tykist rúmligari enn tann gamli handilin, men tað er hann helst ikki kortini. Tí fyri at hava opið sunnudag, so skal ein handil ikki vera størri enn 250 fermetrar, so tí ber ikki til hjá Mylnuni at hava størri handil – tí Mylnan hevur jú opið sunnudag mótvegis øllum hinum handlunum hjá SMS samtakinum.

Gamli bygningurin hjá Mylnuni á Berjabrekku verður eisini høvuðsumvældur. Hann hýsir kommunulæknum, og læknarnir flyta eisini inn í hølini, har handilin var, sum nú verða høvuðsumvæld til endamálið.

Í kjallaranum, har sum bakaríið hjá Mylnuni var áður, verður goymsla hjá SMS samtakinum.

Tað var Per Poulsen, bakari, sum í 1977 stovnaði Mylnuna sum bakarí. Hann bygdi seinni bygningin á Berjabrekku. Síðani hevur SMS keypt bæði virksemi og bygningin á Berjabrekku.

Bakaríið flutti fyri nøkrum árum síðani oman í Miðlon á Hálsi.

 

##med3##

 

##med2##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

Nýggi parturin av bygninginum hjá Mylnuni á Berjabrekku í Havn varð reistur í apríl í fjør