- Nú er ein nýggj og nútímans máltalva sett upp við vøllin á Eiðinum. Talvan kom upp í dag og er longu klár at brúka til dystir.
Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at talan er um eina talgilda máltalvu við klárum sniði, sum bæði vísir mál og tíð sum eru hentar fyri áskoðarar og leikarar.
- Endamálið við nýggju máltalvuni er at betra um upplivingina hjá áskoðarunum og at gera vøllin enn meira dagførdan.
Í Vágs kommunu siga tey, at hetta er eitt stig rætta vegin - at menna ítróttin á staðnum og tryggja góðar karmar til komandi dystir.