Nýggj løðistøð

Netið við løðistøðum kring landið verður nú víðkað við enn eini hyper charger løðistøð. Hendan er sett upp í Kollfjarðardali, og verður sett til í næstum.

 

Hetta skrivar SEV á sev.fo.

 

Har verður eisini sagt, at støðin er ikki enn tikin í nýtslu, men skemtiliga verður tikið til, at hóast hetta, so er hon ikki til onga nyttu. 

 

SEV skrivar:

 

- Tó at løðistøðin ikki er sett til enn, er skýlið longu tikið í brúk til annað endamál.

 

Og hyggur ein at tilhoyrandi myndini, so sæst, at fýrbeint hava gleði av nýggju støðini, og nýta hana sum skjól móti regni og vindi.

 

 

 

Mynd: Dan Kruse Thomsen