Nýggj klokka til Tórsvøll

Í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya, hevur Tórshavnar Kommuna sett upp nýggjan stórskíggja við Tórsvøll. Eftir ætlan verður nýggja klokkan tikin í nýtslu, tá Føroyar og Týskland spæla U21-landsdyst nú fríggjadagin.

Skíggin er av sama slagi, tó nakað størri, sum skíggin við ovara vøll í Gundadali, og skíggjan, ið er settur upp við vøllin inni í Vika á Argjum. Støddin á skíggjanum er 320 tummar.