Nýggj ítróttarhøll í Gundadali - stórt framstig fyri ítróttin

Tórshavnar Býráð samtyktið á býráðsfundi týskvøldið 4. mars 2014, at umraðfesta og seta fer á nakrar verkætlanir og útbyggingar, fyri at menna trivnaðin í høvuðsstaði okkara.

 
Størsta einstaka íløgujáttanin er uppá 19 mió.kr. til at útbyggja Gundadalshøllina við.

 
Upprundaætlanin hjá Fleyr, Kyndli og Neistanun var at byggja eina høll við tveimum venjingarbanum, men tað bleiv ov stór avbjóðing fíggjarliga. Men feløgini megnaðu kortini at byggja núverandi Gundadalshøll, í tøttum samstarvi við Tórshavnar Býráð, sum eisini stuðlaði við 30 % av byggikostnaðinum.

 
Tað hevur alstóran týdning fyri trivnaðin í høvuðstaði okkara, at vit nú beinanvegin byggja eina venjingarhøll afturat, fyri at nøkta tann stóra tørv á hallartímun, sum vit ikki nøkta við verandi hallarkapasiteti.
 

Hendan býráðssamtykt merkir somuleiðis, at feløgini í framtíðini ikki skulu rinda fyri hallartímar. Feløgini fara betri at kunna konsentrera seg fult og heilt um tað ítróttarliga, meðan kommunan tekur sær av kørmunum.
 

Ítróttarfeløgini gera eitt stórt arbeiði fyri okkara ungdóm og hava fleiri hundrað ungdómar aktiveraðar eftir skúlatíð til hondbólt, fótbólt, flogbólt, fimleik, svimjing, judo, og borðtennis - bara fyri at nevnda nakrar ítróttargeinar.
 

Við hesari býráðssamtykt, kunna feløgini brúka meira orku uppá tað ítróttarliga, og minni tíð upp at útvega fígging til rakstur av hallum, felagshúsum o.a.
 

Vit hava eisini sett 7 míó.kr. av til útbyggjan av batmintonhøllini, fyri at rúma judo og bortennis v.m. Eisini hevur Býráðið sett av 4,2 mió.kr. til ítróttarøkið á Argjum til fyrireiking at byggja venjingarhøll á Argjum – nakað, sum Argjafólk hava fingið stillað í útsikt í fleiri ár.
 

Samtykt varð eisini at fara undir at fyrireika at leggja kommunuskúlan og venjingarskúlan saman og byggja ein nýggjan Vesturskúla ístaðin.

 
Samtykt varð eisini at seta av 10 mió.kr. til dagstovnin í Kollafirði og 1,8 míó.kr. til Birkilund.

 
Hesar verkætlanir og útbyggingar eru settar eru settar verk í góðum samstarvi í Býráðnum. Politiskt samstarv er nevnliga vegurin til framburð og menning og er einasti mátin at skapa verulig úrslit.
 

Vit fara at halda fram at menna og útbyggja høvuðsstað okkara, so vit hava javnbjóðis og kappingarfør tilboð til okkara borgarar, samanborið við høvuðsstaðirnar í londunum rundanum okkum.
 


Annfinn Brekkstein,

býráðslimur fyri Sambandsflokkin