Nýggj iPhone brúkar andlitið sum kotu

Á tíðindafundi í kvøld hevur Apple lagt fram tríggjar nýggjar telefonir. Talan er um iPhone 8 og 8 plus og iPhone X

Á tíðindafundi í kvøld hevur Apple lagt fram tríggjar nýggjar telefonir. Talan er um iPhone 8 og 8 plus og iPhone X.

 

iPhone X verður kallað »framtíðarinnar snildfon« av stjóranum í Apple, Tim Cook. Hon skal ambært stjóranum seta út í kortið fyri næstu 10 árini innan snildfonir.

 

Tað, ið fyrst er at leggja til merkir er, at hon ikki hevur nakran knøtt á skíggjanum frammanfyri.

 

Men meira slóðbrótandi er tað, at hon nýtir nýmenta tøkni, kallað Face ID. Telefonin skannar og analyserar myndir av andlitinum á brúkaranum, tá hann hyggur á telefonina hjá sær.

 

Hetta verður so atgangskotan til telefonina. Andlitseyðmerkingin kann eisini brúkast sum kota til onnur forrit sum Apple Pay, sum er ein mobilur gjaldsháttur.

 

Les eisini: Apple kemur við nýggjari og sterkaði iPhone

 

iPhone 8 og 8 Plus fara at kosta ávikavist 4.400 og 5.000 krónur á amerikanskmarknaðinum.

 

iPhone X fer at kosta 6.230 krónur og verður at fáa seinni í ár.

 

Sum nakað heilt nýtt kunnu tær nýggju iPhone'irnar løðast uttan leidning, eins og tað ber til til við urunum hjá Apple.

 

Glasið skuldi verið nógv sterkari enn fyrr. Harumframt leggur Apple dent á software til viðgerð av myndum og video.

 

Enn er ógreitt, hvat telefonin fer at kosta her á okkara leiðum, ella nær tær verða at fáa her.

 

Tað var varastjórin í Apple, Phil Schiller, sum legði telefonirnar fram á høvuðsstøðini hjá Apple í Kalifornia fyrr í kvøld.

 

Har legði forstjórin í Apple, Tim Cook, fram eina nýggja versjón av Apple smartwatch, Apple Watch. Urið hevur nú mobilsignal og kann brúkast sum telefon.

 

Apple Watch við mobilsignali verður ikki at fáa í Danmark fyrr enn seinni.

 

/ritzau/