Nýggj høll kemur í høvuðsstaðnum

Hondbóltsfelagið Neistin og Tórshavnar kommuna royna at enda málið um Neista-høllina, ið varð av ongum. Men tað merkir ikki, at eingin høll afturat verður bygd í høvuðsstaðnum.

 

Á býráðsfundi í kvøld skal býráðið taka støðu til, hvussu málið um hondbóltshøllina hjá Neistanum skal endast. Býráðið játtaði í síni tíð 60% av 15 mió kr. til høllina, men síðani hevur Neistin steðga ætlanini. Tá var økið við landavegin planerað, og umframt partin hjá býráðnum hevur Neistin borið góðar 2 mió í útreiðslum, og setningurin er nú at fáa greiðu á, hvussu býráðið kann fáa ræðisrættinyvir økið aftur.

 

Nú skal býráðið taka støðu til uppskot, har býráðið rindar 1,2 mió til Neistan, sum afturfyri letur frá sær planeraða grundøkið við Landavegin.

 

Hetta merkir, at fremsta ætlanin um nýggja ítróttahøll í býnum steðgar, men Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentunarnevndini, sigur, at hallarbygging avgjørt er ein partur av setninginum hjá býráðnum.

 

- Tað er eingin ivi um, at tað eru alt ov fáir hallartímar í býnum, og vit vilja avgjørt virka fyri, at sjøtul verður sett á hallarbygging sum skjótast.

 

Á Argjum hava tey víst á, at teimum vantar ítróttahøll, og har síggja fólk ein møguleika, nú játtanin til Neista-høllina ikki verður brúkt, men Helena Dam á Neystabø vil ikki tengja hesi málini saman.

 

- Málið í kvøld snýr seg um at fáa ræðisrættin á planeraða økinum við Landavegin. Ein nýggj høll verður partur av komandi íløgukarminum, og hann eru vit í ferð við at leggja til rættis. Eg fari ikki her og nú at siga, hvar ein nýggj høll verður, men eg kann endurtaka, at hetta er nakað, sum liggur framamrliga í okkara tonkum, sigur Helena Dam á Neystabø.