Nýggj hagtøl: Nú yvir 130.000 gistingar

Fyrstu hagtølini frá nýggja samstarvinum millum Hagstovu Føroya og Visit Faroe Islands vísa, at talið av gistingum í 2013 endaði á heili 130.771 gistingum.

Fyrstu hagtølini frá nýggja samstarvinum millum Hagstovu Føroya og Visit Faroe Islands vísa, at talið av gistingum í 2013 endaði á heili 130.771 gistingum.

 

Tey ikki heilt fullfíggjaðu tølini, sum vóru gjørd í 2012, vístu tá umleið 100.000 gistingar. Hóast tað sær út sum ein stórur vøkstur, og vinnan eisini hevur merkt vøkstur í 2013, hevur Visit Faroe Islands valt ikki at gera beinleiðis samanberingar millum tølini, tí hátturin at savna tølini ikki hevur verið tann sami.

 

– Tølini fyri 2012 vórðu latin sjálvboðin, og tí kann ein partur av vøkstrinum stava frá tølum, sum ikki vóru latin inn í 2012. 2013 verður tískil eitt grundár fyri nýggju gistingarhagtølini, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

 

– Eg fegnist um, at talið av gistingum mennist tann rætta vegin, og at innsavning av gistingarhagtølum nú endiliga er komið aftur í eina fasta legu, sigur hon.