“Sálarlig heilsa vísir seg at versna í flestu londum í vesturheiminum, og tørvur er á strategiium, ið fevna um allar borgarar fyri at fremja og verja sálarliga heilsu. Bæði fyribyrging fyri ávísar málbólkar og universel sálarlig heilsufremjan kann minka um vandan fyri at sálarliga heilsan gerst verri. Av tí at universel sálarlig heilsufremjan fevnir um øll, kann tað røkka út til og ávirka størri partar av fólkunum í einum samfelag enn fyribyrging. Kortini eru ikki nógvar strategiir, sum fevna um allar samfelagsborgarar og mentanir, at velja ímillum og tær, sum eru, verða ikki settar í verk víða um.”
Soleiðis stendur í eini nýggjari grein í Open Acess Government, sum snýr seg um ABC fyri sálarliga heilsu kring heimin.
Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrinum og formaður í Fólkaheilsuráðnum hevur skrivað greinina saman við avstralskum, donskum, norskum og svenskum ABC-samstarvsfeløgum.
Act-Belong-Commit ella “ABC fyri sálarliga heilsu” er heimsins fyrsta víðfevnda sálarliga heilsufremjandi herferð, sum fevnir um allar borgarar og er grundað á samfelagið og nærumhvørvið.
Tú kanst lesa alla greinina her.











