Sp/f BKE er nýtt entreprenørfelag í Suðuroy, sum Magnus Kristensen á Tvøroyri og Bjarni Bech í Porkeri eiga og reka.
Felagið varð stovnað fríggjadagin hin 3. januar í ár og fekk beinanvegin til uppgávu at gera jørð-og lendisarbeiði í samband við bygging av Saltsilo’ini á Drelnesi.
Í fyrstu syfti leigar Sp/f BKE allar maskinur og bilar, men ætlanin hjá royndu monnunum, sum eiga nýgga felagið, er at keypa maskinurnar.
Magnus Kristensen hevur arbeitt í eini 10 ár í entreprenørvinnuni, og Bjarni Bech hevur umleið sjey ára royndir í hesi vinnu.
Aftrat teimum báðum, sum eiga og reka fyritøkuna, hava teir seks aðrar mans í arbeiði, sum eisini hava drúgvar royndir í hesi vinnu, harav onkur hevur starvast í entreprenørvinnuni ein hálvan mansaldur.
Umframt at gera jørð-og lendisarbeiði í samband við Salt-verkætlanina, er Sp/F BKE eisini undirveitari hjá Articon í samband við havnabygging á Tvøroyri, umframt at nýggja fyritøkan eisini arbeiðir fyri FT Net.
- Vit hava góðar vónir og trúgva upp á, at hetta fer at bera til. Trúðu vit ikki upp á, at Sp/f BKE hevur eina framtíð, høvdu vit ikki farið undir hetta virksemi, siga Magnus Kristensen og Bjarni Bech, sum eiga hvør sín helming í nýggju fyrirtøkuni.










