Nýggj framsýning á Listasavni Føroya

Listasavn Føroya hevur eina framsýning, sum til ber at síggja inntil 19. juli

Framsýningin HEIMSTAÐURIN varpar ljós á, hvat ein heimstaður er, og hvønn týdning tað hevur at hava ein heimstað. Soleiðis sigur Listasavn Føroya um evnið "Heimstaðurin":

 

– Heim er eitt háfloygt hugtak. Heimið kann vera eitt ítøkiligt stað fyri onkran – eitt hús, eitt barndómsheim ella ein gøta. Fyri onnur er tað ein kensla av at hoyra til – í einum býi ella einum umhvørvi. Fyri onnur er heim tað staðið, har hjartað er, og har mann helst vil vera – saman við sínum kæru.

 

– Fyri mong føroysk myndlistafólk hevur heimstaðurin ein serligan leiklut, bæði persónliga og sum myndevni. Men við hvørjum kenslum hava listafólkini avmyndað teirra heim?

 

Á framsýningini eru samtíðarlistarverk, ið viðgera heimið sum hugtak.

 

– Heimstaðurin og nærumhvørvi kann lýsast á ymiskan hátt. Við á framsýningini er eitt úrval av málningum, ið vísa júst hetta, eftir millum annað Ruth Smith, Jóannis Kristiansen og Steffan Danielsen.

 

Fleiri skitsur og vatnlitamyndir, ið sjáldan vera vístar fram, eru eisini at síggja. Flestu verkini eru úr goymsluni á savninum.

 

Á framsýningini eru verk eftir: Arnold Vegghamar, Bárður Jákupsson, Bergithe Johannesen, Edward Fuglø, Elinborg Lützen, Hanni Bjartalíð, Ingálvur av Reyni, Ingi Joensen,

 

Jack Kampmann, Jóannis Kristiansen, Marianna Bjørgheim, Marius Olsen, Randi Samsonsen, Ruth Smith, Sámal Joensen-Mikines, Steffan Danielsen, Thomas Arge, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Zacharias Heinesen.