Nýggj føroysk bók til tey heilt ungu

Kyrri og Lóa er ein nýggj føroysk ungdómsbók, sum  Jonna Ó. Poulsen hevur skrivað til tey heilt ungu. Janus á Húsagarði hevur gjørt tekningarnar og forlagið í Støplum gevur út.

 

Kyrri og Lóa er ein lættlisin og stuttlig søga um tann heilt unga ungdómin, sum byrjar at fáa áhuga fyri tí, sum onkur vil siga, hoyrir til vaksnalívið.

 

Kyrri og Lóa ganga í 5. flokki í Brimvík og eru bestu vinir og hóast tey eru ung, eru tey búgvin og vita longu rættiliga nógv um alt millum himmal og jørð, serliga tað, sum viðvíkir hinum kyninum.

 

Søgan er fyrst og fremst um Kyrra og Lóu, men eisini familjan hjá Kyrra, eitt nú stórabeiggjan Geira, sum bara hugsar um gentur, og um ommuna, sum kemur á vitjan.

 

Hendingarnar í bókini eru rættiliga gerandisligar, hendingar og tilburðir, sum ungdómar kenna aftur og stríðast við dagliga; tað, at síggja gott út, at verða forelskaður, samstundis sum ymiskt býtt verður gjørt.

 

Kyrri hevur tó sínar heilt egnu meiningar um, hvussu hesi ymisku viðurskiftini áttu at verið greidd.

 

Jonna Ó. Poulsen er sjúkrarøktarfrøðingur og rekur sína egnu vælverustovu á Toftum. Í fjør gav Jonna út bókina “Útferðing hjá teimum 4 ungu”, sum var hennara fyrsta bók.